Í ár luttaka íalt 62 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og tað er tað mesta nakrantíð.
Høvuðssponsorar á Jobmatch 2019 eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna. Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch.
Eftirmetingar frá 2018 vísa, at luttakarar hava stóran áhuga í at koma á tal við útisetar, fólk undir lestri, eins og yrkislærd fólk, sum búgva í Føroyum.
Eftirmetingar frá 2018 vísa, at yvir 60 vitjandi á Jobmatch fingu bjóðað eitt ítøkiligt starv, uppgávu ella starvsvenjingarpláss.
Í 2018 taldu kvinnurnar 54% av teim vitjandi.
Øll árini hevur býtið millum vinnuliga og almenna geiran verið rættuliga javnt millum luttakarar á Jobmatch.
Starvstevnan byrjar í dag klokkan 12 í Norðurlandahúsinum.