Tað skrivar Landsbanki Føroya í dag:
Í gjár, 13. mai 2025, vóru lánsbrøv á 1,32 mia. kr. seld. Lánsbrøvini, sum vóru seld í gjár, eru seld í Føroyum og uttanlands. Landskassin hevur síðsta árið tikið tilsamans 2,57 mia. kr. í láni. Í juli í fjør var eitt 15 ára lán á 900 mió. kr. tikið og hetta lán var hækkað við 350 mió. kr. í januar í ár.
Peningurin skal brúkast til at rinda aftur eitt lán á 1,645 mia. kr., sum fellur til gjaldingar 2. juni 2025. Harafturat er lántøkan við til at fíggja hallið á fíggjarlógini í 2023 og 2024 (200 mió. kr. í 2023 og 150 mió. kr. í 2024), umframt at ein partur av láninum fer til landsins gjaldføri. Sambært lóg skal landskassin hava 15% av BTÚ í gjaldføri, og tað er 3,975 mia. kr. í 2025.
Nýggja lánið, sum var tikið í gjár, er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 22. mai 2028. Áljóðandi rentan er 2,375% og kursurin fyri lánið var 99,874; tað vil siga, at effektiva rentan er 2,419%. Effektiva rentan tekur hædd fyri bæði áljóðandi rentuni og kursinum.
Rentustøðið er hækkað nógv síðani juli 2022, og tað merkir eisini, at landskassin skal rinda meira í rentum fyri síni lán. Tó er rentan á láninum, ið var tikið í gjár, lægri enn rentan fyri lánið, sum varð tikið í mai í fjør. Áljóðandi rentan á tí láninum, sum er eitt 5-ára lán, er 3,25%.
Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl. Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 1,32 mia.kr., ið tørvur var á.