Landsstýriskvinnan. Ja, tú fært trygd

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, veitir trygd fyri at public service sáttmálin verður gjørdur av nýggjum

 

Landstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, segði, at tað kann gott vera, at ávís viðurskifti í kringvarpinum skulu broytast, men hon kundi í hvussu er veita vissu fyri, at nú verður farið undir at gera nýggjan public service sáttmála.

 

Hon vísti tó fyrst og fremst á, at hetta  er eitt uppskot um, hvussu Kringvarpið skal fíggjast.

 

Nú verður tað so,, at bert fólk, sum eru yvir 24 ár og undir 67 ár, sum skulu gjalda fult kringvaarpsgjald.

 

-Vit mugu eisini gera okkum greitt, hvat tað er vit vilja við stovninum og tí mugu vit gera nýggjan public service sáttmála. Harumframt kann eg enn eianferð afturat boða frá, at eg ætli at biðja um eitt aðalorðaskifti um Kringvarpið, segði Rigmor Dam.