Landsumfatandi herferð móti Javnaðarflokkinum

– óbeinleiðis fíggja av Klaksvíkar kommunu?

Í vikuni kom Norðlýsið út í hvørt húski í Føroyum. Innihaldið vóru nakrar lýsingar, nakrar greinar um Klaksvíkar Sjúkrahús og ein oddagrein um støðuna í Javnaðarflokkinum. Kenni meg noyddan at gera nakrar viðmerkingar.

Leiklutur Klaksvíkar býrað 
Týsdagin seinnapart fáa vit býráðslimir ein teldupost frá borgarstjóranum, um at eitt serblað av Norðlýsinum skal, í samráð við Klaksvíkar kommunu, sendast út í hvørt húski í Føroyum. Orsøkin til blaðið er tann ágangur, ið Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið útfyri í miðlunum. Um vit, sum býráðslimir hava hug at skriva í blaðið, so skal hetta tilfar vera blaðnum í hendi kl 17 dagin eftir.
Eg setti meg í samband við hinar flokkarnar í minnilutanum fyri at vita, hvørja støðu tey høvdu til hetta “hovsa” tiltak, og um tey fóru at skriva í blaðið. Fekk onki svar uttan at tey visti onki um hetta. 
Sendi síðan teldupost til býráðið, har eg spurdi hvat endamálið var við blaðnum og skeyt upp, at býráðið samlað kundi viðgera spurningin um Klaksvíkar sjúkrahús og orða eitt felags skriv. Í mínum hugaheimi hevði tað víst styrki, um eitt samlað býráð hevði eina felags støðu. Síðan spurdi eg, hvønn fíggjarligan leiklut býráði hevði í hesum blað. Tað átti eitt proff býráð at gjørt og spurdi hvat øk leiklut kk hevði.
Fekk svar frá býráðnum morgunin eftir, at hetta átak, hóast ófyrireikað, var ein góður máti at kasta ljós á Klaksvíkina og tey tilboð, ið býurin hevur at bjóða. Fíggjarliga var tað bert nakrar lýsingar, ið høvdu farið í vanliga blaðið. Eg ávarðaði ímóti, at vandi var fyri at býráðið óbeinleiðis kom at leggja navn til eitt innihald, sum kundi verða óheppi, tá ið man ikki visti, hvat stóð í blaðnum annars. Tíverri fekk eg rætt.

Klaksvíkar Sjúkrahús
At Javnaðarflokkurin ikki skal vilja verja og útbyggja Klaksvíkar Sjúkrahús, sum er undirtónin í flestu av greinunum í blaðnum, er so langt úti og so lítið í familju við veruleikan, at eg havi ikki orð fyri tí. Vænti at bæði starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og borgarar í Klaksvík vita betur.

Lýsingar frá Klaksvíkar Kommunu goldnar av øllum borgarum í Klaksvík
Blaðið inniheldur góðar 6 heilar síður av lýsingum frá Klaksvíkar Kommunu. Veit at tað kostar nógvan pening at senda eitt blað út í hvørt hús í Føroyum, so neyvan hava lýsingarnar verið ókeypis. Eitt er, um tað er fíggjarligt umhugsni at brúka so nógvan pening í einum. Annað er, um ein hevur hugsað um, hvat tað er ein betalir fyri, og ikki minst leggur navn til.
Sjálvt um Fólkaflokkurin ræður fyri borgum í Klaksvík, so er í hvussu so er borgarstjórin, tá ið hon er vald, borgarstjóri fyri allar borgarar í hesum býnum. Tí er tað átaluvert at nýta skattaborgarans pening til eina slíka partapolitiska herferð, har ein ikki so lítil partur av borgarnum kann kenna seg stoyttan. Haldi at man eigur at verða meira umhugsin við, hvussu man brúkar tann pening, ið vit øll gjalda til kommunukassan fyri at fáa góðar tænastur í býnum. Serliga tá ið hugsað verður um, hvussu høgur kommunuskatturin er, og hvussu fíggjarliga hart kroystir nógvir av okkara borgarum eru.

Oddagrein um Javnaðarflokkin
At Norðlýsið tilskilar sær rætt til at greina, hvussu Javnaðarflokkurin og enntá fleiri navngivinir persónar í flokkinum eru, tað hava teir sjálvandi rætt til. Teir hava eisini rætt til, at taka støðu fyri Gerhard og skriva eina langa verjurøðu fyri hann. Men at teir koma til ta niðurstøðu, at Javnaðarflokkurin má koma aftur á beint og aftur fara at arbeiða fyri javnstøðu millum menniskjur og økir í landinum, tá haldi eg teir fara eitt sindur lætt um sannleikan.
Álvaratos, hygg at Norðoyggjum hetta valskeiðið. Er tað ikki Javnaðarflokkurin, ið hevur:
Lagt Heilsutrygd í Klaksvík, skipað nýggja matvøruútbúgving, skipað maritiman depil, uppraðfest endurvenjing og játtað pening til ryggambolatorii. Bara fyri at nevna nøkur dømir.
Úrslitini tala fyri seg, men tá ið veruleikin skal kroystast niður í eina ónøgd við at føðideildin er niðurløgd, tá verður man noyddur at lata eyguni og oyru aftur, fyri at fáa alt at passa saman. Umvent kundi eg spurt Norðlýsið, hvat hava Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin lagt niður í Klaksvík, kanska blaðið kundi lýst henda spurningin.
Bjørn Kalsø og Jákup Mikkelsen hava sjálvir trýst á grøna knøttin.
At tveir løgtingslimir, Bjørn Kalsø og Jákup Mikkelsen, ið báðir sita í samgongu, nú gera sær dælt av støðuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og royna at tváa hendur er átaluvert. Hesir báðir politikarar, sum dag og dagliga júka um at skerja tað almenna, og at øll mugu spara, latast nú sum um, at teir als ikki ynskja sparingar. Hetta er ein sera bíligur máti at skora sær nøkur politisk poeng. Hallið á fíggjarlógini er oman fyri hálva milliard, og miðlarnir hava ikki manglað lesarabrøv, har teir báðir hava ført fram, at Javnaðarflokkurin ikki vil spara. Tað er rætt at Javnaðarflokkurin hevur mutað ímóti skilaleysum sparingum og pleniklipparanum, sum hesir báðir, av onkrari orsøk, eru so glaðir fyri at brúka.
Í veruleikanum kann man takka Javnaðarflokkinum fyri, at heilsuverkið og m. a. Klaksvíkar Sjúkrahús ikki lá í skeljasori orsakað av sparingunum, ið hesir báðir fegin vildu hava framdar. Vit bardust í vikur fyri at fáa lønarendurgjald fyri hækkingina í lønum til heilsu- almanna- og skúlaverk, og illa hevði staðið til á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, um vit ikki høvdu fingið hetta ígjøgnum.
Ongin skal ivast, neyðugt er at spara. Vit áttu at takkað landstýrismanninum í heilsumálum fyri, at hann hóast alt fekk skipað sparingarnar við so frægum úrsliti, sum hesum. Taka vit lønarhækkingina við, so var sparikravið til Klaksvíkar sjúkrahús 2,3 mió. Hóast hetta hevur landstýrismaðurin útvegað pening at uppraðfesta endurvenjing, ryggambolatorii og vónandi eisini urologiina.
Sjálvandi er tað sárt fyri okkum, ið búgva her norði, at føðideildin er niðurløgd. Men haldi vit áttu at spurt Jákup Mikkelsen og Bjørn Kallsø, hvat alternativið var, um teirra egnu sparikrøv skuldu náast á Klaksvíkar Sjúkhúsi. Eri bangin fyri, at teir høvdu vilja brúkt pleniklipparan, ið hevði viðført hópuppsagnir og at fleiri funktíonir á KS tá høvdu verið spardar so langt inn á bein, at tær als ikki virkaðu. Tá hevði verið lætt at ført fram, at tá ið hesar virkaðu so illa, so var betur at niðurleggja tær. Men ikki so frægt at nakar hevur sett henda spurning.

Branda Klaksvík
Havi fyrr sett spurning við, hvussu vit branda Klaksvíkina. Tað gera vit við at hugsa okkum um og fyrireika okkum innan vit t. d. gera serbløð. At renna aftaná og koma við hovsa loysnum er ikki rætti mátin. Hesuferð var skoðbráið so stutt, at tað eru hópin av stovnum í Klaksvík, ið kanska høvdu hug at branda seg í tí sonevnda serblaðnum, t. d. Húsarhaldsskúlin og Summarfestivalurin, men tað hava teir nokk ikki havt stundir til, tí skoðbráið var so stutt. Kommunan kundi gjørt eitt veruligt serblað, ið snúði seg um at branda býin og ikki var vavt upp í partapolitikk, tá fingu vit óivað meira fyri peningin. At luttaka í tiltøkum, ið bert lýsa eina síðu ella enntá sáa iva í um vit øll vilja standa saman um okkara lokalsamfelag, er ikki rætti mátin.