Sum liður í eini røð av komandi sparitiltøkum á Landsverki verða ljósini í fýra tunlum nú dempað niður í minstu ljósstyrki um dagin.
Í morgin lokkan 14 verður eitt av komandi sparitiltøkum á Landsverki sett í verk. Avgjørt er at dempa ljósið í Norðskálatunlinum, Leynatunlinum, Gásadalstunlinum og Hovstunlinum niður í minstu styrki. Ljósstyrkin verður tá tann sama, sum higartil hevur verið nýtt um náttina í somu tunlum.
- Vit hava nú mett um fleiri ymiskar framtíðar spariloysnir á vegakervinum, og av teimum tiltøkum, ið kunnu spara pengar, verður hetta tiltakið mett at hava minst óhepnar avleiðingar fyri ferðslutrygdina. Til samanberingar kunnu vit nevna, at ljósstyrkin í hesum fýra tunlunum verður eitt vet sterkari enn tann, sum vit í dag nýta í Kollfjarðartunlinum og Leirvíkartunlinum, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki. Sparitiltakið fer sambært Heina Eysturoy at spara stovninum umleið kr. 800.000 árliga.
Landsverk hevur seinastu árini rationaliserað og effektiviserað, har tað yvirhøvur hevur borið til, við tí fyri eyga at fáa mest møguliga nyttu burturúr tí fíggjarkarmi, Landsverk umsitur. Stovnurin ásannar tó nú, at mark er fyri, hvussu effektivur tú kanst blíva, uttan at hetta rakar tænastuna beinleiðis. Sæð í mun til príshækkingar og økt slit er játtanin til viðlíkahald og rakstur av vegakervinum seinastu 14 árini minkað við einum helmingi. Til samanberingar kann nevnast, at økingin av landshúsarhaldinum hetta sama tíðarskeiðið hevur verið 139 prosent, skrivar Landsverk.
Við lágu játtanini slepst ikki undan, at hetta fyrr ella seinni rakar sjálva tænastuna á vegakervinum. Hetta sparitiltak í tunlunum er tað fyrsta í røðini av sparingum fyri framman.