Lang røð av rúsevnismálum

Fyrr í vikuni var ein 20 ára gamal maður dømdur hálvtannað árs treytaleyst fongsul, fyri at hava tikið ímóti næstan 400 ecstasy-tablettum og 100 gramm av amfetamin. Í kjalavørrinum av tí hevur sjúkrarøktarfrøðingur á Heilbrigdinum sagt, at ung niður í skúlaaldur royna ecstasy, men læknaligi leiðarin á psykiatriska deplinum sigur, at misnýtslumynstrið er óbroytt

Stóra ecstasymálið hevur fylgt nógv í hinum miðlunum, og her verður tikið saman um í málinum.
Leygardagin í næsta síðstu vikum skrivaði Portalurin, at ein 25 ára gamal føroyingur var varðhaldsfongslaður í Keypmannahavn, skuldsettur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya.
Týsmorgunin byrjaði eitt stórt rúsevnismál í Føroya Rætti, tá dómsviðgerðin móti einum 20 ára gomlum manni byrjaði. Hann var ákærdur fyri at hava tikið ímóti og selt ecstasy og amfetamin.
Seinni týsdagin gjørdist greitt, at maðurin hevði játtað seg sekan í at hava tikið ímóti og selt næstan 400 tablettir av ecstasy og 100 gramm av amfetamin.
Tann 20 ára gamli hevur sitið í varðhaldi síðani 1. desember, og hendan tíðin verður drigin frá dóminum, sum er hálvtannað árs treytaleyst fongsul. Í rættinum týsdagin bað maðurin um 14 dagar umhugsanartíð, hvørt hann tekur við dóminum, ella hann skjýtur hann inn fyri landsrættin.
20 ára gamli maðurin er tann fyrsti í einari røð av málum um sterk rúsevni, sum eru flutt til Føroya og seld her. Tvey onnur fólk sita framvegis varðhaldsfongslað, skuldsett fyri at hava smuglað og selt sterkari evni. Annað teirra er ein 30 ára gomul kvinna, sum situr í Føroyum og varð tikin um sama mundið sum tann nú dømdi. Hin er ein 25 ára gamal, sum varð tikin í Danmark leygardagin í næst síðstu viku. Fleiri onnur eru skuldsett í sama máli.

Ecstasy um alt landið
Útvarpið fylgdi málinum upp mikudagin, við samrøðu við Karin Tummasdóttir, sjúkrarøktarfrøðing á Heilbrigdinum á Velbastað.
Karin Tummasdóttir segði, at ecstasy er eitt evni, sum tey ungu kenna og hava atgongd til kring alt landið. Á Heilbridginum síggja tey, at ecstasy og amfetamin ofta eru ein partur av misbrúkinum hjá teimum, sum koma í viðgerð.
– Ung heilt niður í skúlaaldur royna ecstasy, ið er at fáa kring alt landið, segði hon við Útvarpið.

Nógv heroin eisini
Karin Tummasardóttir segði, at ecstasy fæst um alt landið og at ung heilt niður í skúlaaldur kenna evnið. Hósdagin segði Árni Rein, leiðari fyri viðgerðini á Velbastað, við Dimmalætting, at tað serliga eru tey ungu, ið taka ella hava roynt ecstasy. Men ecstasy er ikki altíð at fáa í Føroyum, men so fáa misnýtararnir sær hendur á øðrum evnum, tí tey eru ikki kræsin í so máta.
- Vit hava havt misbrúkarar heilt niður í 20 ára aldur, og eg haldi, at allir ungir misbrúkarar hava roynt eisini tey sterku evnini, segði Árni Rein við Dimmalætting. Tá tosað verður um sterk evnir, verður ofta hugsað um stesolid, amfetamin, ecstasy, kokain og heroin, sum er tað sterkasta.
- Tað er nógv heroin í Føroyum, bæði til at roykja og spræna í æðrarnar, sigur leiðarin fyri viðgerðini á Heilbrigdinum, sum eisini heldur tað vera gott, um ein nevnd varð sett at gera eina mynd av rúsevnismisnýtsluni í Føroyum, eins og Eyðun Berg, formaður í Føroya Politistafelag, førdi fram í farnu viku.