Í morgun hava trygdarvørðarnir á flogvøllinum í Kastrup lagt arbeiðið niður, og tað hevur elvt til nógvar seinkingar og ovurlangar bíðirøðir, tí tað er bara eitt ógvuliga avmarkað tal á ferðafólkið, sum er sloppið ígjøgnum trygdareftirlitið.
Tað siga fleiri danskir miðlar í morgun.
Leiðslan á flogvøllinum sigur, at arbeiðssteðgurin er ólógligur og at avleiðingin er, at ferðafólk skulu brynja seg til drúgvar seinkingar.
Tey vita ikki, hvussu leingi arbeiðssteðgurin varar, men orsøkin til hann er, at trygdarfólkini eru ónøgd við, at 12 av teimum eru søgd úr starvi, tí tey føra fram, at uppsagnargrundin er ósaklig.
Tey vísa á at summi av teimum hava verið í starvi leingi og vóru farin at nærkast eftirlønaraldri og tí halda tey, at tað er ódámligt, at tey vera søgd úr starvi.