Langar løtur í løgtinginum

Løgtingið fundaðist til langt út á mikukvøldið, og tingið varð tíðliga til arbeiðis aftur hósmorgunin. Løgtingsmenn hava úr at gera við viðgerðum av øllum teimum mongu tingmálunum, sum komu inn seinastu framløgudagarnar

? Tað er strævið.
Soleiðis plagar ævigtlesandi Esmar Eysturoy at taka til, tá einki stendur til.
Og kanska freistast okkurt tingfólk í hesum døgum til at siga tað sama.
Í øllum førum hava tingfólk nógv meira at gera í løtuni, enn tey vanliga hava.
Orsøkin er fyrst og fremst, at ein rúgva av uppskotum vóru løgd fyri løgtingið seinastu framløgudagarnar, sum vóru fyrst í mars, og nú skulu øll hesi uppskot hava fyrstu viðgerð í løgtinginum.
Mikudagin fóru løgtingsfólk til arbeiðis klokkan 10 á morgni, og tingfundurin var ikki lokin fyrr enn eftir klokkan 9 á kvøldi. Tingið viðgjørdi hendan langa dagin alt frá eykajáttanarlóg fyri mars, til fiskapakkan, ferðslu og loftmiðlar.

Eina tíma fyrri
Vanligt er, at tingfundir fyrrapart byrja klokkan 10, men hósmorgunin kallaði løgtingsformaðurin tingið saman longu klokkan 9, tí so nógv er at fara um.
Hósdagin vóru nógv og ymisk mál til 1. viðgerð í løgtinginum.
Dagurin byrjaði við uppskoti um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, og síðani varð farið til landsskúlalæknaskipan, reiðarívirksemi, nýggjan fiskivinnuskúla, skatt og sølu av rúsdrekka.
Tað hevur verið vanligt, at tingfólk hava úr at gera hesa tíðina, tí so nógv uppskot verða løgd fyri tingið beint áðrenn evstamark, og tey skulu øll viðgerast, áðrenn tey vera beind í nevnd.