Langhylurin í Vági avgreiðast sum skjótast

Formaðurin í Svimjisambandinum harmast um, at løgtingsmaður sáar iva um ætlanina at gera 50 metra langhyl í Vági. Tað var Sambandsmaðurin, Helgi Abrahamsen, sum á tingsins røðarapalli stúrdi fyri, at hetta er ein ætlan at lumpa landskassan at átaka sær rakstrarútreiðslurnar av hylinum.

- Tað skal eingin ivi vera um, at fyri okkum í varða av føroyskari svimjing, er tað stak hugaligt at síggja at allar góðar kreftur í Suðuroy eru farnar saman um at byggja 50-metra langhyl í oynni, sigur Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandin um

Hann sigur, at hylurin er Ikki til ein mann, men til eitt svimjifelag í stórum blóma, kanska fyrsta ítróttarfelag í Føroyum við veruligum altjóða ambitiónum.

Hann staðfestir eisini, at nýggi hylurin í Suðuroy fer at koma allari føroyskari svimjing til góðar.

- Tað hevði verið meira sámuligt um vit øll bakkaðu hesa stórslignu ætlan upp, heldur enn at royna at sáa iva um hana, sigur Jon Hestoy.

Hann heldur eisini at tað er sera hugstoytt, at ætlanin skal bíða eftir einai almennari játtan uppá fýra milliónir krónur.

- Vónandi verður hetta mál avgreitt í løgtinginum sum skjótast, sigur formaðurin í Svimjisambandinum.