Á sama fundi vóru upplatingartíðirnar á jólum til umrøðu. Afturlatingarlógin varð broytt í 1996 soleiðis, at nú kann vera opið 18.-23. desember til kl. 20 og jólaaftan til kl. 12.
Av og á fellur jólaaftan á ein sunnudag, og hetta eru handilsfólk sera fegin um, tí tá kunnu øll fáa ein meira friðarligan jólaaftan. Tað er tí eitt ynski millum nógv handilsfólk at hava stongt jólaaftan á hvørjum ári.
Áheitan er komin frá Føroya Keypmannafelag um at arbeiða fyri at steingja jólaaftan 1997. Upplýst varð, at felagið longu hevði tosað við bakarar og handlar í Havn, sum tóku undir við uppskotinum.
Semja var á fundinum um at fylgja áheitanini frá Føroya Keypmannafelag treytað av, at allir handlar steingja. Afturfyri ynsktu umboðini at halda opið Tollaksmessukvøld til kl. 22.
Arbeitt verður víðari við málinum, og peningastovnarnir eru eisini spurdir verður sagt í tíðindaskrivi frá Kunningarstovuni.