Larmandi skipini verða sett á svartalista

– Eg eri ógvuliga harmur um hetta, sigur Kári Johansen, aftaná nógvar atfinningar frá Heimafriði og lokalum kollfirðingum

Býráðslimurin Kári Johansen ásannar, at tað er ein trupulleiki, at larmandi skip leggja at í Kollafirði.

 

– Eg eri ógvuliga harmur um, tað sum hendir nú, sigur hann í samrøðu við FM1 á middegi í dag.

 

Hetta sigur hann aftaná nógvar atfinningar frá millum annað felagnum Heimafriði, sum hevur gjørt vart við trupulleikan. Tey skilja ikki, hví tey lokalu skulu leggja oyru til slíkan larm.

 

– Órógvandi skipini eru, eftir at nýggju samgongan við Javnaðarflokkinum á odda, fleirifaldað og støðan er versnað munandi í 2021, sigur Heimafriður.

 

Eisini eru limir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag sera misnøgdir við sínar egnu limir í Tórshavnar býráð, sum eftir teirra tykki einki gera fyri at bøta um skilið í Kollafirði. Tí hevur felagið kallað inn til fund um hetta.

 

Kári Johansen vísir á, at tað ikki ber til at nokta skipunum at koma inn, tí ein sáttmáli við Russland tryggjar skipunum pláss. Men arbeitt verður við málinum, so tað verður meira liviligt hjá teimum, ið búgva á økinum.

 

Býráðslimurin sigur, at larmandi skipini verða lúkað út eftir besta førimuni.

 

– Vit royna upp á allar mátar at umganga, at vit fáa hesi larmandi skipini. So hvørt sum vit fáa tey og kenna tey, so avvísa vit tey, so tey ikki koma aftur. Tey verða sett á svarta lista, sigur Kári Johansen, sum er formaður í Teknisku nevnd hjá Býráðnum í Havn.