TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Lars Olsen sum saman við liðskiparanum, Atla Gregersen umboðaði landsliðið á tíðindafundinum har Atli Gregersen fekk nakrar løgnar spurningar.
Lars Olsen hevði eins og Atli Gregersen eina løgna uppliving á tíðindafundinum, har aserbadjansku tíðindafólkini spurdu Atla um hann var kaldur, sjúkur og illa fyri. Føroyski landsliðsvenjarin heldur, at tað sæst og hoyrist, at hópurin hjá Aserbadjan er undir trýsti at skula vinna á Føroyum.
Lars Olsen vónar ikki, at dysturin fer at mynda seg sum útidysturin ímóti Kosovo har eitt tekniskt sterkt fer at koyra bóltin runt alla tíðina, og føroyska liðið rennur aftaná.
Lars Olsen minnir tó á, at Aserbadjan fer eisini at gera mistøk, og tá ræður um at gagnnýta mistøkini. '
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum Aserbadjan og Føroyar. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.