Viðmerking
Hevur Lars Emil sagt við Útvarp Føroya, at hann vil vera talsmaður hjá Tjóðveldisflokkinum á Fólkatingi, stendur tað fyri hansara egnu rokning, segði Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, tá Sosialuirn bað um viðmerking til orðini hjá Lars Emil Johansen í Útvarpinum sunnudagin.
Hóast Jonathan Motzfeldt ikki sjálvur hevur hoyrt samrøðuna, sigur hann, at eingin ivi er um, at Lars Emil Johanen kennir almennu støðuna hjá bæði Siumut og grønlendska landstýrinum, sigur Jonathan Motzfeldt.
?Eg havi fult álit á, at føroyingar sjálvir klára síni viðurskifti við Danmark, og vit fara ongantíð at blanda okkum í, hvussu teir gera tað, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin í viðmerking við Sosialin.
Lars Emil Johansen veit eisini, sigur Jonathan Motzfeldt, at í Grønlandi situr ein arbeiðsbólkur og arbeiðir við eini sjálvsstýrislýsing, sum verður klár at viðgera í Landstinginum komandi ár. Og eg eri vísur í, at sami andi mótvegis øðrum londum, eitt nú Føroyum, eisini fer at vera galdandi har, sigur hann.
Hjá okkum er als eingin slingur í valsinum, undirstrikar grønlendski landsstýrisformaðurin.
Vit royndu at fáa viðmerking frá formanninum í Siumut, Hans Enoksen, men hann var ikki at hitta.