Sum vera man var Lars Olsen ein væl nøgdur maður á tíðindafundinum eftir dystin. Hóast Føroyar høvdu eina roynd á stongina í seinastu minuttunum, so vil Lars Olsen ikki siga, at hann er vónbrotin um, at góða, føroyska avrikið ikki rakk longur enn til 0-0 ímóti Ungarn.
- Eg fari ikki at siga, at eg eri vónbrotin um úrslitið, tí at vit spæla ímóti einum ungarskum liði, sum stóð seg sera væl í EM-endaspælinum í summar. Vit vistu frammanundan, at dysturin fór at blíva torførur. Men tá ið vit raka stongina hugsi eg sjálvandi, at tað burdi verið stong-inn ístaðin fyri stong-út. Vit skulu tó eisini minnast til, at Ungarn lættliga hevði kunnað skorað beint aftaná, at vit raktu stongina, men Gunnar Nielsen bjargaði okkum frá einum tapi, sigur Lars Olsen.
Lars Olsen vísir eisini á, at fyri nøkrum árum síðani hevði føroyska landsliðið møguliga tapt ein slíkan dyst.
- Fyri einum trimum-fýra árum síðani hevði føroyska landsliðið møguliga tapt ein slíkan dyst í seinastu minuttunum, men tað gera vit ikki í dag, sigur landsliðsvenjarin.
At enda sigur Lars Olsen, at hóast stigini hava sín avgjørda týdning, so hyggur hann í størri mun eftir avrikinum hjá føroyska landsliðnum.
- Samanumtikið eri eg sera væl nøgdur. Eg hyggi í størri mun eftir avrikinum enn stigunum, hóast stigini sjálvandi eisini hava nógv at siga. Vit skulu tó varðveita beinini á jørðini og ikki droyma um, at vit kunnu spæla okkum til HM í Russlandi í 2018, tí at tað hendir ikki. Men tá ið eg fari at hugsa um avrikið í morgin fari eg at minnast, at tað var sera gott, vóru seinastu orðini á tíðindafundinum hjá Lars Olsen eftir dystin, har ungarsk og føroysk fjølmiðlafólk vóru áhoyrarar.