Lars Olsen segði eftir venjingina í morgun, at hann hevur sett til dystin í annaðkvøld. Hann vil tó ikki út við nøvnunum.
Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini
Ja, eg havi sett liðið, men eg vil ikki avdúka akkurát hvussu tað sær út í løtuni, sigur Lars Olsen, sum tó seinni hevur avdúkað, at Sonni Ragnar Nattestad verður ein av teimum ellivu, ið byrja inni.
Les eisini: Sonni Ragnar byrjar inni
Hann hevur tó givið fleiri ábendingar um, at liðið verður so lítið broytt sum gjørligt frá sigrinum á Grikkalandi. Odmar Færø avloysir Atla Gregersen, sum hevur leikbann og Jónas Tór Næs kemur inn fyri Bárður J. Hansen.
In.fo metir: (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Christian L. Holst, Brandur H. Olsen, Sølvi Vatnhamar – Jóan Símun Edmundsson