Bara 20 prosent av donsku veljarunum halda, at Lars Løkke Rasmussen er egnaður at taka við sum forsætisráðharri Tað er einki dulsmál, at Lars Løkke Rasmussen er ætlaður sum eftirmaður hjá Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharri, men flestu danir halda ikki, at hann er egnaður til tað embætið. Orsøkin er tað nógva kjakið, har fíggjarálaráðharrin verður lagdur undir fíggjarligt óskil.
Ein kanning, sum DR hevur latið gera, vísir, at 68 prosent av teimum spurdu halda ikki, at Lars Løkke Rasmussen er egnaður sum forsætisráðhari. Bara 20 prosent halda hann vera egnaðan.
Heldur ikki veljararnir hjá Vinstra halda fíggjarmálaráðharran vera tann rætta at taka við sum forsætisráðharri. 39 prosent av veljarunum hjá Vinstra styðja Lars Løkke Rasmussen, men 44 prosent halda ikki, at hann er egnaður sum stjórnarleiðari.