- Eg eri vísur í, at tað var offside. Tað sigur Lars Müller í beinleiðis samrøðu við Rás2, sum var í sendingini "Triði Hálvleikur".
Lars Müller hevur longu sæð upptøkurnar av málinum, og tær fáa hann heldur ikki at ivast í, at talan var um eina rætta avgerð at døma offside, og annulera málið hjá Hanusi Jacobsen, sum spælarar og fjepparar hjá Víkingi fegnaðust um eina góða løtu áðrenn tað var kolldømt.
Lars Müller harmast bíðitíðina, men hann vildi heldur brúka tíð at samskifta við hjálpardómaran gjøgnum headsettið, og fáa ta røttu avgerðina í hesum førinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Lars Müller, dómara greiða frá við egnum orðum.