Lars og Henke gevast

Svenski landsliðsvenjarin Lars Lagerbäck boðaði í gjár frá, at hann gevst sum venjari. Sama ætlar álopsspælarin Henrik ”Henke” Larsson eisini at gera. Svøríki tapti 1-0 móti Danmark leygarkvøldið og vónirnar hjá sviðum at fara víðari til HM eru so at siga knústar. ì hesum høpi boðaði tí landsliðsvenjarin frá at hann hevur gjørt sítt og letur nýggjar kreftir taka yvir. Henrik ”Henke” Larsson sum fleiri ferðir er givin á landsliðnum, men lokkaður aftur gevst eisini. Hann hevur ætlanir um at byrja at arbeiða sum venjari.