##med2##
Í kvøld hevur føroyska landsliðið havt sína seinastu venjing undan EM-landsdystinum móti Norra á Ullevaal í Olso í morgin. Tað er ikki so nógv nýtt undir sólini, í mun til tær gitingarnar, sum hava verið.
Alt bendir á, at Odmar Færø, Ári M. Jónsson og Gilli Rólantsson koma inn á liðið fyri Hall Hansson, Viljorm Davidsen og Jóannes K. Danielsen. Sjálvur vónar Lars Olsen at halda fram við góðu gongdini, ið hann hevði sum spælari á Ullivaal.
- Eg havi spælt her onkuntíð og haldi ikki eg havi tapt nakrantíð. Hetta er ein flottur leikvøllur, sigur Lars Olsen, ið vónar at statistikurin heldur fram eftir dystin í morgin.
Hann vil einki siga um liðið, men tað tykist rímiliga greitt at talan verður um hesar ellivu:
Føroyar (3-4-3): Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Odmar Færø – Gilli Rólantsson, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson, Ári M. Jónsson – Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson
Landsdysturin móti Norra verður í morgin klokkan 17. FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleik.