Lars Olsen: Tí eru U21-spælararnir ikki við

FM1: Landsliðsvenjarin hevur valt ikki at úttaka U21-spælarar

Føroyski lnadsliðsvenjarin, Lars Olsen, úttók í gjár hópin til Nations League dystirnar móti Malta og Kosovo, sum verða 7. og 10. septembur. Á tíðindafundinum greitt landsliðsvenjarin millum annað frá, at hann ikki hevur úttikið nakran U21-landsliðsspælara, men at tað hevur sína orsøk.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg havi valt, at lata U21-landsliðsspælararnar spæla á U21-landsliðnum, so leingi eg ikki kann siga, at teir høvdu byrja inni hjá okkum. Tá teir eru ov gamlir til U21-landsliðið, so eru hatta spælarar, sum vit hyggja eftir. Tað er týdningarmikið, at teir fáa altjóða royndir, sigur Lars Olsen við FM1.

 

U21-landsliðið skal 7. septembur spæla EM-undankappingardyst móti Póllandi á útivølli. Tí hevur landsliðsvenjarin valt at síggja burtur frá teimum hesaferð, men tað er ikki vist at tað verður so í framtíðini.

 

- Teir skulu eisini til at læra hvussu vit gera tað,tí kann er eitt sindur øðrvísi at spæla á U21 og A-landsliðnum. Tað er bara til líknandi samlingar, at vit kunnu læra teir tað. Eg vænti, at longu í novembur koma vit at síggja fleiri teirra í hópinum, har vit fara at royna at gera teir til reiðar til A-landsliðið, sigur Lars Olsen víðari.

 

Nations League dysturin móti Malta verður 7. septembur á Tórsvølli, meðan dysturin móti Kosovo 10. septembur er á útivølli.

 

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur Matras Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Jógvan Rói Davidsen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, Molde BK (NOR)

Alex Mellemgaard, B36

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Magnus Egilsson, HB

Kaj Leo í Batrtalsstovu, ÍBV (ICE)

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)

Tróndur Jensen, HB

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN)

Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ