Hóskvøldið í næstu viku spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum triðja dystin í Nations League-kappingini. Mótstøðuliðið er Aserbadjan, sum vitjar á Tórsvølli.
- Eg havi sæð dystin hjá teimum ímóti Kosovo, tá vit fyrireikaðu okkum dystin í Pristina. Vit hava eisini havt ein mann úti at hugt eftir teimum, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, um fyrireikingarnar til uppágvuna.
Les eisini: Landsliðið er úttikið
- Teir eru bólttryggir og hava bóltin meira enn Kosovo í tí dystinum. Teir hava fleiri spælarar úr bestu feløgunum í heimlandinum, umframt at teir hava ein sterkan miðvøll, greiðir Lars víðari frá.
- Men eg trúgvi upp á at vit kunnu vinna, sigur Lars.
Les eisini: Atli gleðir seg til Nations League
Aserbadjan hevur, eins og Føroyar, spælt tveir dystir í Nations League. Teir hava spælt tveir javnleikir, fyrst 0-0 ímóti Kosovo og síðani 1-1 ímóti Malta.
Lars Olsen er í ”fimm skjótir" í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini greiðir frá hví hvussu hann hugsar at greiða trupulleikan við at Sølvi Vatnhamar er skaddur og Sonni Ragnar Nattestad er leikbannaður.