Í dystinum móti B36 í Havn sunnudagin misti GÍ tveir leikarar fyri steðgin, og frammanundan stóð illa til.
Símun Louis Jacobsen hevur fingið ein álvarsaman knæskaða, og landskappingin er fyri hansara viðkomandi væntandi av á hesum sinni, frætta vit úr Gøtu. Símun Samuelsen hevði trupulleikar við andadráttinum undir dystinum móti B36, og hann er sendur suður til Vágs í summarfrí.
Eisini er sera ivasamt, um venjarin Krzystof Popczynski verður í álopinum ímóti KÍ. Hann varð borin av vøllinum á børu ímóti B36, men hann kom tó innaftur á vøllin, tí hann hevði brúkt allar tríggjar útskiftingarnar. Hans Pauli Petersen er somuleiðis ivasamur.
Sagt verður úr Gøtu, at einir 8 til 9 leikarar eru uttanfyri við álvarsomum og minni álvarsomum skaðum.
Hinvegin verður Súni Olsen við aftur, eftir at hann hevur sitið leikbannið av sær. Bartal Eliasen verður eisini við frá byrjan hesuferð.
Summarsteðgurin kemur tískil sera væl við hjá GÍ, nú liðið skal fyrireika seg til steypafinaluna á ólavsøku.
Hjá KÍ stendur hinvegin nógv betur til. Bert John Ryan og Allan Joensen eru ikki tøkir hjá venjaranum.
John Ryan fór av vøllinum eftir bert átjan minuttir ímóti HB við einum skaða í knænum. Allan Joensen hevur trupulleikar við hælinum, og tað er sami skaði, sum hevur plágað hann í fleiri ár. KÍ vann fyrra dystin 1-0.