Fleiri fólk hava fingið skaða, eftir at ein lastbilur í dag koyrdi á eitt busssteðgipláss í norðara parti av Tel Aviv í Ísrael.
Tað sigur ísraelska løgreglan sambært tíðindastovuni Reuters.
Enn er ikki greitt, hvat er hent. Men løgreglan sigur, at talan kann vera um yvirgangsatsókn.
- Vit kanna hendingina sum eitt yvirgangsálop, har ein lastbilur sum setti ferðina upp ímóti einum hópi av fólki, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, Arye Doron, við ísraelska blaðið Haaretz.
Bjargingartænastan Magen David Adom upplýsir í tíðindaskrivi, at tað varð ringt beint eftir klokkan 10 lokala tíð – tað er klokkan 8 okkara tíð.
Bjargingartænastan upplýsir, sambært Times of Israel, at 35 fólk eru flutt á sjúkrahús eftir hendingina, sum fór fram tætt við eina hernaðarstøð.
Seks av teimum særdu eru í álvarsliga skadd, fimm eru miðal skadd, 20 smávegis skadd, og fýra hava upplivað bráðfeingis angiststøðu sambært Magen David Adom.
Sambært sjúkrahúsinum Ichilov í Tel Aviv er ein av teimum særdu í lívsvanda.
- Lív hansara er í vanda og hann er viðgjørdur á skurðstovuni, sigur sjúkrahúsið í eini fráboðan sambært ísraelskum miðlum.
Busssteðgistaðið, sum lastbilurin koyrdi inn á, liggur í Glilot, norðan fyri miðstaðarøkið í Tel Aviv.
Sambært Haaretz siga eygnavitni, at bilførarin á lastbilinum er skotin og dripin, og at kannað verður, um onnur vóru við í málinum.
Løgreglan boðaði eisini frá, sambært tíðindastovuni, at lastbilførarin varð skotin og "neutraliseraður" og at tað eftir øllum at døma vóru sivilfólk, sum gjørdu tað.
Hendingin er samstundis sum at Ísrael heldur sín annan tjóðarsyrgidag á hebraiska kalendaranum fyri álopið hjá Hamas 7. oktober 2023.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
/Ritzau/