Lastbilur var í so ringum standi at hann varð settur á staðnum

Í gjár tók løgreglan átta lastbilar og hjá tí eina var støðan serliga ring

Í gjár vóru løgreglan og umboð fyri Akstovuna á ferð við tí endamáli at kanna stórar bilar í ferðsluni og, hvørjum standi teir vóru í.

Løgreglan sigur, at 58 lastbilar og bussar vórðu steðgaðir og kannaðir, og av teimum vóru tað átta bilar, har ymiskt varð galið, og teir bilførarnir eru so skuldsettir fyri tey lógarbrotini.

Onkrir bilar høvdu meiri enn ein feil, so tilsamans vórðu 12 mál skrivað.

Løgreglan sigur, at talan var um brostnar perur, ella at ljósini ikki lýstu, sum tey áttu og í onkrum føri hevði lastbilurin alt ov nógv ljós.

Tað eru førarar, sum hava til fragd at pynta bilarnar við nógum ljósum, men tað eru altso reglur fyri, hvussu nógv ljós ein lastbilur kann hava.

Onkur av bilførarunum hevði heldur ikki koyrikortið við sær.

Løgreglan sigur, at tríggir av lastbilunum, sum høvdu nógv í lastini, vórðu beindir oman á Akstovuna har teir vóru vigaðir fyri at vita um teir høvdu ov nógv í lastini.

Og í sama viðfangi vóru teir sýnaðir, og tá vísti tað seg, at tann eini lastbilurin hevði so stór brek, at hann varð settur á staðnum og slapp sostatt ikki avstað aftur.

Sostatt fær hann ikki loyvi at koyra aftur fyrr enn brekini eru umvæld.