Fíggjarlóg
?Fíggjarlógaruppskot landsstýrisins vísir ikki eina sanna mynd av, hvat ið føroyska samfelagið fer at kosta landskassanum at reka í komandi ári, og minkingin av heildarveitingini við 369 mió. kr. fer at verða atvoldin til, at fíggjarlógini fer at vísa eitt munandi hall hóast ein hákonjunktur, sum valla er sæddur áður, siga Eilif Samuelsen og Flemming Mikkelsen, minniluti í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Loysnin, sambært teimum er, at blokkurin eigur at vera somu upphædd sum hann er. Blokkurin ella ríkisveitingin skal vera við til at tryggja ymsar ábøtur á velferðarsamfelagið, og eisini kann lækkingin av ríkisveitingini geva eitt undirskot á fíggjarlógini, hóast góðar búskaparligar tíðir.
Umboðini fyri Sambandsflokkin hava avgjørt ikki at leggja annað fram í hesum umfarinum. Hetta merkir, at flokkurin ikki ætlar at skjóta upp nakra meirjáttan ? í øllum førum ikki við aðru viðgerð. Sambandsflokkurin metir tað vera rættast at vita eftir, um undirtøka er fyri hesum uppskotinum, áðrenn nakað uppskot um fleiri játtanir verður skotið upp.
-?Fíggjarlógin fyri 2002 roknar longu nú reelt við einum halli. Um bara ein av fyritreytunum fyri hákonjunkturunum í Føroyum svíkir, so veksur hallið enn meira. Inntøkumetingarnar frá landsstýrinum eru skrúvaðar so langt upp sum gjørligt og eru fleiri ferðir endurskoðaðar. Tann risastóra uttanlandsskuldin er bara niðurgoldin við tí absoluttu minimumsupphæddini, og innlendisskuldin verður trúliga hildin á sama støði, siga Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen.
Tað er ógvuliga ivasamt, um uppskotið hjá Sambandsflokkinum vinnur frama í tinginum.