Jan Müller
Hóast sáttamálasamráðing-arnar millum landsstýrið og tey mongu fakfeløgini, sum hava sáttmálar við tað almenna, ikki byrja av álvara fyrr enn í næsta ár, so eru fakfeløgini kortini so smátt farin at gera vart við seg. Í farnu viku kom fram, at Starvsmannafelagið ætlar sær at fáa lønarhækkingar við í nýggja sáttmálan, sum skal koma í gildi, tá verandi sáttmáli gongur út. Tað er fíggjarmálaráðharrin ikki so fegin um at hoyra. Hann heldur ikki ráðini eru til tað, nú tað er umráðandi hjá tí almenna at leggja til síðis pengar at kunna standa við ímóti í ringari tíðum.
Kappingarførið
Vit hava spurt løgmann, hvat hann sigur til ynskini og møguliga eisini krøvini hjá Starvsmannafelagnum og øðrum feløgum við til lønarhækkingar!
-Tað, sum hevur størsta týdning fyri okkum, er, at vit kunnu leggja til rættis hetta við lønum, pensiónum og skatti, soleiðis, at vit eisini hava eyguni eftir kappingsarførinum. Soleiðis at vit í síðsta enda fáa nøkur burðardygg arbeiðspláss.
Løgmaður vónar, at tað ber til at finna fram til eitt forstáilsi um at skipa sáttmálaviðurskiftini soleiðis, at keypiorkan sum so ikki aftur hvørvur í tí bláu luft, og at vit sita eftir við einum verri kappingarføri. Hetta vil vera tað ringasta, sum kann henda, og tí vónar Anfinn Kallsberg, at tað ber til at fáa ein skilagóðan dialog millum landsstýrið og so øll fakfeløgini.
Mugu hyggja eftir handilsjavna
-Er tað lítið skilagott eftir tíni hugsan at hækka lønirnar?
-Um eitt slíkt krav ger, at hægri lønir, alt annað líka, økir eina keypiorku, sum økir um ein innflutning, ið aftur ger, at okkara handilsjavni fer út av lagi, so førir tað við sær, at tú fær nøkur inntriv hinumegin frá, sum rætt og slætt úthola keypiorkuna aftur. Tað, sum vit tá hava eftir, er ein hægri løn og eitt hægri avgjald, um sama keypiorka og eitt nógv verri kappingarføri.
Løgmaður vísir á, at øll hesi viðurskiftini hoyra saman, og tí ber ikki til at taka eitt burturúr.
-Tí haldi eg, at man má royna - ikki at spæla við musklunum men heldur við einum góðum dialogi millum partarnar finna eina skilagóða loysn.
-Tú útilokar ikki eina ella aðra lønarhækking?
-Nú skal eg ikki siga nakað uppá forhond. Tað er ikki rætt longu nú at fara út við, hvat ein nýggjur sáttmáli skal innihalda. Men tað er ov einsíðugt bara at siga lønarhækking. Ynskir ein hægri keypiorku, so eru tað tveir mátar at gera tað uppá. Ynskir man eina betri pensiónsskipan, so er tað eisini nakað, sum gongur út yvir kappingarførið, men sum hinvegin ikki økir um okkara brúksmøguleikar. Tú bindir tá nakað av pengum.
Kombinatión
Anfinn Kallsberg kundi ynskt sær eina kombinatión, har tú spælir uppá nógvar tangentar sum hann málber seg. -Men hetta skal fyrst viðgerast politiskt, og tí ynski eg ikki, at vit læsa dialogin fastan uppá forhond.
Løgmaður heldur fyri, at vit hava øll somul somu áhugamál. Hesi eru, at tað skal vera betri at liva í Føroyum.
-Kunnu fakfeløgini ikki fáa lønarhækkingar í góðum tíðum, nær skulu tey so fáa tær?
-Ein má minnast til, at hóast lønirnar eru tær somu sum í 91, so er keypiorkan munandi broytt. Um ein hyggur eftir næstseinastu búskaparfrágreiðingini um kappingarførið, so mettu búskaparfrøðingarnir, at vit høvdu bøtt um okkara kappingarføri í mun til okkara veruligu kappingarneytar í Íslandi og Skotlandi við kanska 25% í hesum tíðarskeiðnum. Hetta heldur løg-maður vera rættiliga avgerandi og týdningarmikið og vísir á, at tað er tað langsiktaða, sum telur.
Ikki sæð frágreiðing hjá Búskaparráðnum
Búskaparráðið lat fríggjadagin fjølmiðlunum sína nýggjastu frágreiðing. Løgmaður sigur við Sosialin, at hann hevur ikki sæð frá-greiðingina hjá Búskaparráðnum og kann tí ikki gera viðmerkingar til hana.
-Eg má siga, at eg var eitt sindur ovfarin at hoyra í útvarpinum og lesa í bløðunum um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum, uttan sjálvur at hava sæð hana. Men hon skal jú vera óheft av politikarunum, og tað er hon so sanniliga eisini.
Løgmaður fór sunnudag-in til Noregs at luttaka á fundunum í Norðurlanda-ráðnum. Hann er annars júst heimafturkomin av vitjan í Pólandi. Løgmaður kemur aftur úr Noregi mikudagin.
Onga viðmerking til ákæru
Fríggjadagini almannakunngjørdi fútin, at John Petersen, landsstýrismaður er ákærdur fyri neyðtøku. Løgmaður umsitur í løtuni málsøkini hjá landsstýrismanninum, sum hevur latið sessin frá sær, meðan sakin koyrir.
Við útvarpið leygardagin segði løgmaður, at hann ætlaði sær at tosa við flokkin, áðrenn hann tók nakra støðu í málinum um landsstýrisessin hjá John Petersen.
Sosialurin spurdi løgmann, um hann fór at fyritaka sær nakað í málinum, áðrenn hann kemur aftur av Norðurlandaráðsfundinum í Oslo.
-Eg havi als onga viðmerking og fari heldur ikki at fyritaka mær nakað í hesum máli, áðrenn eg komi aftur av fundinum í Norð-urlandaráðnum.
Uppá fyrispurning, hvat hann hevur at siga til óváttað tíðindi um, at Jørgin Niclassen, formaður í Fíggj-arnevndini fegin vil gerast landsstýrismaður, hevur løgmaður heldur onga viðmerking. Heldur ikki um flokkurin í Suðuroynni hevur gjørt ella fer at gera krav uppá landsstsýrisesssin, um so er, at John Petersen ikki kemur aftur í Tinganes.
-Tit kunnu gita júst so nógv, sum tit hava hug til. Men frá mær fáa tit onga viðmerking til nakað av hesum sigur løgmaður.