Latið bygdirnar hava fiskaarbeiði

Tá ið eg fyri nøkrum árum síðan byrjaði at ferðast runt sum sjómanstrúboðari, var tað sera hugstoytt at koma í nógvar bygdir.

Nógv skip vóru farin av knóranum og lógu bundin við keiina. Flakavirkini stóðu stongd, og nógv hús stóðu tóm, og familjurnar vóru farnar, ella vóru í ferð við at flyta av landinum. Nú er, Guð havi lov, støðan nógv betur.

Eg veit ikki, hvussu fast kreppan tá sveið í Tórshavn, men at hon sveið fast nógvastaðni runt landið, og serliga í útjaðaraøkjunum - tað var sjón fyri søgn.

Fyri uml. 3 árum síðani sótu vit, nakrir bygdamenn umborð á einum skipi og tosaðu. Prátið kom tá eisini inn á støðuna í landinum, og um hvussu trupult tað var at klára seg, tí inntøkurnar hjá teimum vóru tengdar at fiskarínum. Støðan bleiv nokk málað við dimmum litum, og tað ávirkar fólk.

Tá segði ein av sjómonnunum í døpurhuga:

»Hvussu skulu vit klára okkum?«

»Flyt til Havnar«, segði skiparin speiskur.

»Hjálpir tað?« spurdi maðurin.

»Ja, tí Havnin er mestsum øll eitt alment arbeiðspláss« segði skiparin.

Fyri stuttum segði borgarstjórin í Havn við eitt av bløðunum, at Havnin var í neyð av tilflytarum. Munnu ikki nøkur av hesum fólkum hava somu hugsan sum skiparin?

Gott er at síggja, at lív er komið í aftur fleiri av teimum gomlu fiskavirkjunum runt landið, og at fleiri nýggj hava sæð dagsins ljós. Hetta er mennandi fyir bygdirnar og skapar trivna og gleði millum fólk.

Tí er tað við blandaðum kenslum , at eg hoyri, at stór høll til fiskaarbeiði skal byggjast í Havn. Hon kemur uttan iva at taka arbeiði frá bygdafólki og virkjum runt landið - við tí úrsliti, at Havnin bólnar uppaftur meir, meðan bygdirnar framvegis koma at avtoftast.

Bygdamenning og trivnaður runt landið eru rættiliga nógv tengd at fiskaarbeiði. Latið tí bygdirnar hava fiskaarbeiði! Havnin hevur so nógv annað.


Torleif Johannesen, Nes