Føroyska samfelagið fer at taka nógvar týðandi avgerð-ir í komandi døgum, har tað fer at vísa seg, at vit so við og við ynskja at stjórna egnum viðurskiftum. ? Hetta er heilt náttúrligt.
Fyrsta útspælið frá føroyskari síðu var gott og gav tað vit fóru eftir. ? Men heldur ikki meira.
Tað kann undra, at fleiri av politikarunum og embætisfólkini, ið hava úttalað seg, hava verið meira enn ovurfegin og givið donskum fjølmiðlum varhugan av, at vit fingu meira enn vit áttu, við lýsingarorðum sum: »heilt ótrúligt«, »nógv betur enn vit roknaðu við« osfr.
Hetta sigur eitt sindur um føroyska hugburðin, sum markar til naivitet.
Vit fingu ikki annað
enn tað vit áttu
Tá málið varð viðgjørt millum Uttanlandsnevndina og landsstýrið, varð ongantíð tosað um annað enn, at vórðu hesi krøv ikki eftirlíkað, tí tey vóru sjálvsøgd út frá fyriliggjandi tilfari, átti ein verulig uppgerð at verða við Danmark, og at heldur varð farið heim við ongum, um ikki alt varð eftirlíkað.
Vit skulu sjálvandi staðfesta eitt bæði gott og virðiligt úrslit, sum løgmaður kom heimaftur við, men neyðugt er at hugsa um komandi leikirnar, tí teir vera ikki so fáir men kanska munin tyngri.
Vit skulu gera okkum greitt, at talan er um tveir partar, ið standa hvør upp ímóti øðrum, og tí er neyðugt at føroyingar hugsa um okkara egna samfelag í øllum lutum.
Tí er at undrast á, at partar av okkara politikarum og embætisfólk, ið hava úttalað seg, eru so ovurfegin, at tað yvirfyri dønum kanska kemur okkum í óføri í seinni tingingum.