Ongin spælir hevur fingið so drúgva umtalu til HM-endaspælið sum Cristiano Ronaldo. 37 ára gamli áleyparin er leyslatin úr sáttmálanum við Manchester United, og nú verður sagt at hann hóttir við at gevast á landsliðnum, tí hann ikki byrjar inni.
- Latið Ronaldo fáa frið eina løtu. Hann hevur ongantíð sagt, at hann gevst á landsliðnum og hann fegnaðist saman við liðfeløgunum, sigur Fernando Santos, landsliðsvenjari hjá Portugal, undan fjórðingsfinaluni móti Marokko í morgin.
Cristiano Ronaldo setti seg sjálvan í fokus, tá hann í samrøðu við kenda sjónvarpsvertin, Piers Morgan, segði sína hjartans meining um Manchester United. Tað endaði við, at hann bleiv loystur úr sáttmálanum.
Í bólkaspælinum var Cristiano Ronaldo við frá byrjan í tveimum teimum fyrstu dystunum, men í 1/8 finaluni móti Sveis byrjaði hann á bonkinum. Avloysarin hjá honum, 21 ára gamli Goncalo Ramos, takkaði fyri álitið og skoraði hattrik.
Eftir dystin vóru fleiri søgur í portugisiskum miðlum um, at Cristiano Ronaldo hevði hótt við at gevast aftufyri. Hann skal hartil verða orsøkin til at hópurin er farin í tvíningar. Venjarin er ósamdur.
- Eg hevði eina samrøðu við Ronaldo undan dystinum móti Sveis. Eg forkláraði honum hví hann ikki byrjaði inni. Hann tók tað ikki pent, men tað er natúrligt tá tú ert liðskipari og endar á bonkinum, sigur Fernando Santos.
Portugal skal í dag spæla móti Marokko í fjórðingsfinaluni. Dysturin byrjar klokkan 15.
Væntaðar uppstillingar og liðtíðindi:
Marokko (4-3-3): 1. Bounou — 2. Hakimi, 5. Aguerd, 6. Saiss, 3. Mazraoui — 8. Ounahi, 4. Amrabat, 15. Amallah — 7. Ziyech, 19. En-Nesyri, 17. Boufal.
Skaðar: Sofiane Boufal, Nayef Aguerd.
Leikbann: Ongin
Portugal (4-3-1-2): 22. Costa — 2. Dalot, 3. Pepe, 4. Dias, 5. Guerreiro — 25. Otavio, 14. Carvalho, 10. Silva — 8. Fernandes — 26. Ramos, 11. Felix.
Skaðar: Nuno Mendes, Danilo Pereira.
Leikbann: Ongin