fsf.fo
Fótbóltur er sjarmerandi, og einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, sum maðurin plagdi at taka til.
Í kvøld hava greipuvinnararnir í HB verið á vitjan í Gøtu, og favorittarnir úr høvuðsstaðnum rigga nú at fara til hús. Eina løtu sá tað út til, at HB skuldi hava øll stigini við sær suður aftur, men so vendi alt á høvdið, og nú er tað greitt, at HB einki stig hevur við sær til hús.
Víkingur setti í kvøld øll trý stigini inn á sína kontu. Víkingur vann 2-1, og øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki í uppgerð, sum var ferðmikil og intens, og har spælið ikki altíð var so væl skipað.
Hjá Víkingi sá tað einki út miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Michal Przybylski við høvdinum og eftir innlegg úr vinstru frá Daniel Johansen setti bóltin í málið.
1-0 til HB og maðurin, sum var ætlaður at skjóta málini hjá Víkingi, var løtu framman undan í sjúkrabili fluttur á Klaksvíkar sjúkrahús, tí hann var skaddur í knænum.
Men undirtippaðu víkingarnir góvu ikki skarvin yvir. Teir løgdu hendurnar á knæið og góvu seg fult og heilt í royndini at svara aftur fyri í hvussu so er at vinna eitt stig.
Tað eydnaðist í ríkiligt mál. Eftir Sølva Vatnhamar fríspark úr høgru og eftir at Arnbjørn Svensson aftanfyri handara stólpa hevði stútað upp á tvørs, var tað Jákup Johansen, sum við høvdinum setti bóltin í HB málið, og so var tað 1-1.
Hetta var skelkur hjá HB, sum nú skuldi svara aftur fyri at vinna øll stigini. Tað eydnaðist ikki. Í staðin var tað heimaliðið, sum skoraði sigursmálið. Sigursmálið skoraði Andreas Lava Olsen, sum varð settur á vøllin í fyrra hálvleiki, tá ið Finnur Justinussen varð borin av vøllinum.
Arnbjørn Svensson átti framleggingina, og so pressaði Andreas Lava Olsen miðverjan Hørð H. Askham. Tað eydnaðist at vinna bóltin, sum Lava so lyfti upp um Teit Matras Gestsson, sum var komin út úr málinum.
Fyrra málið hjá Víkingi varð skorað sjey minuttir eftir, at HB hevði lagt seg á odda, og fýra minuttir eftir, at Víkingur hevði javnað, var støðan 2-1 til heimaliðið.
Talan var um javna uppgerð. Avgerandi vísti seg at vera, at heimamenninir síðstu løtuna vóru grammir og samstundis kaldir, og tá var lítið hugflog hjá HB, sum ikki evnaði annað enn at leggja luftbóltar í brotsteigin, har Bárður á Reynatrøð var tryggur málverji, og har Atli Gregersen og Gunnar Vatnhamar vóru raskari í luftkrígnum enn Mikkel Dahl og Hilmar Leon Jakobsen.
Víkingur - HB 2-1 (0-0)
0-1: Michal Przybylski 65.
1-1: Jákup Johansen 72.
2-1: Andreas Lava Olsen 76.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen (Noah Mneney, 84.), Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Olaf Bárðarson (Ingi Jonhardsson, 84.), Geza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Arnbjørn Svensson, Finnur Justinussen (Andreas Lava Olsen, 27.)
Á beinkinum: Sonni Højgaard, Martin Klein Joensen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Signar á Brúnni
Gult kort: Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Hørður H. Askham, Bartal Wardum, Daniel Johansen – Michal Przybylski (Mads Bo Mikkelsen, 66.), Stefan Radosavljevic (René Shaki Joensen, 75.), Dan í Soylu (Jákup L. Thomsen, 89.) – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen
Á beinkinum: Bjarti V. Mørk, Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Áki D. Samuelsen
Gult kort: Stefean Radosavljevic, Hilmar Leon Jakobsen, Teitur Matras Gestsson
Venjari: Jonas Dal Andersen