Ólavsøka á Bryggjuni:Føroyskur tónleikur setir dám á

Ólavsøkugestir á Bryggjuni í Keypmannahavn kunnu gleða seg til eitt sera fjølbroytt og forvitnisligt úrval av føroyskum tónleiki


Umframt kappróður, gøtusjónleik, gudstænastu, framsýning, midnáttarsang, fýrverk og mangt annað fer eisini føroyskur tónleikur at seta dám á ólavsøkuhaldið á Bryggjuni í Keypmannahavn.

Jazzur og dansitónleikur
Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag fara Brandur Øssursson og hansara kvartett á pall.Teir eru kendir og væl dámdir í øllum norðanlondum fyri at spæla væljóðandi swingjazz frá fimtiárunum. Á Bryggjuni um vikuskifti verða bæði evergreens og kend jazzløg á skránni.
Ólavsøkukvøld spæla Vestmenn til dans. Er tað nakar, ið dugir at fáa fólk út á dansigólvið, so eru tað júst Vestmenn  ella sum teir sjálvir siga, Tann reyði tráðurin hjá okkum er at fáa fólk at dansa, syngja, og gloyma seg burtur eina løtu. Og tað fáa fólk ríkiligt høvi til ólavsøkukvøld á Bryggjuni, tá Vestmenn fara at spæla til tann ljósa morgun


Vísusangur, poppur og rockur
Á Kafékonsertini ólavsøkuaftan eru kendir tónleikarar sum Hanus G. Johansen, Hans Hjalti Skaale umframt Hans Jacob K. Mouritsen og hansara bólkur á skránni.
Hanus man vera ein tann kendasti føroyski vísusangarin. Hansara einfalda guitarspæl, djúpa rødd og serstøku tónar hava samljóð ikki bert hjá føroyingum, men eisini hjá øðrum norðbúgvum. Hanus hevur gjørt fleiri av yrkingunum hjá Poul F til fólkaogn, og beint nú er hann saman við øðrum í ferð við at gera eina nýggja fløgu.
Hans Hjalti kann av sonnum sigast at vera kreativur. Á konsertini kunna áhoyrarnir vænta at hoyra tættir og vísur, sum taka upp mong ymisk evni, har skemtið aloftast verður brúkt til at siga nakrar sannleikar.
Hans Jacob gav út sína fyrstu fløgu í vár. Fløgan, sum eitur Navnleysur var væl fagnað bæði i Danmark og Føroyum. Á konsertini fer hann og hansara bólkur at framføra eina blanding av fólkatónleiki, blues, poppi og rock.