Tað, at føroyskur ítróttur hevur mist tveir av sínum dugnaligu leiðarum í ferðsluvannlukku sunnudagin, fer at merkja Ólavsøkuna í ár. Fyrst boðaði Róðrarsamband Føroya frá, at manningarnar vórðu bidnar um at rógva við svørtum syrgibindi. Nú hava tey, sum hava at ganga og ríða í skrúðgongu oman á Vaglið, tá Ólavsøkan verður sett Ólavsøkuaftan, eisini fingið at vitað, at tá tey møta í Kommunuskúlagarðinum undan skrúðgonguni, fara tey at fáa syrgibind handað.
Teir tríggir, sum doyðu í ferðluvanlukkuni í Vágun sunnudagin verða jarðaðir í hesum døgum. Høgni Carlsson varð jarðaður í dag úr Vesturkirkjuni. Sera nógv fólk vóru til jarðarferðina. Øll rúmaðust ikki inn í kirkjuna, so fólk stóðu tí í stórum tali uttanfyri. Í morgin verða Vilhjálmur Gregoriussen og Hans Mortensen verða jarðaðir ávikavist úr Havnar Kirkju og Argja kirkju fríggjadagin og leygardagin.