Ólavsøkuframsýning í Listaglugganum

Í samband við ólavsøkuna verður ein listaframsýning í Listaglugganum í N. Fin­sensgøtu 25 í Havn

Listafólkini, ið sýna fram, umboða ein breiðan og týð­andi part av føroysk­ari, dygd­ar­góðari myndlist. Tey eru Amariel Norðoy, Ank­er Mortensen, Eyðun av Reyni, Eli Smith, Gunnar Streymoy, Ingálvur av Reyni, Jógvan A. Skaale, Kári Svensson, Oliv­ar við Neyst, Tórbjørn Olsen og Zacharias Heine­sen.

Meðan teir flestu málning­ar­nir eru gjørdir til hesa fram­sýningina, eru eisini nakrir eldri málningar hjá Jógvani A. Skaale og Ing­álvi av Reyni, sála, við á fram­sýningini.

Framsýningin letur upp hósdagin 26. juli kl. 16.00. Fríggjadagin 27. juli er framsýningin opin kl. 14.00 – 17.00. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er opið frá kl. 15.00 – 20.00. Annars verð­ur gjørligt at síggja fram­sýningina til umleið miðjan august.