Hetta veit 27 ára gamli Ólavur Thune alt um, og fer hann at greiða frá sjúkrasøgu síni og um, hvussu hann hevur tað í dag, nú hann hevur gingið við einum Heartmate 2 í eitt ár. Fyrilesturin byrjar kl. 19 og fer bussur at koyra frá bókasavninum í Klaksvík til Árnafjarðar ein hálvan tíma áðrenn. – Eg havi havt mínar upp- og niðurtúrar. Í dag kann eg bara staðfesta, at Heartmate 2 eigur lívið í mær, sigur Ólavur í Streymnesi, sum hann verður nevndur millum manna. Hann hevur nú umsíðir fingið tað so gott, at hann kann koma hendavegin at siga frá síni søgu fyri áhugaðum.