Týsdagin 15. mars 2005 eru liðin 86 ár síðan Jóhan Nielsen, prestur og fólkatingsmaður, varð føddur í Sandvík. Jóhan Nielsen doyði í 1984, 65 ára gamal. Hann umboðaði Javnaðarflokkin á Fólkatingi í meir enn 16 ár tilsamans í tveimum tíðarskeiðum. Fyrst frá 1960-64 og síðani 1967-79.
Tekningina av Jóhan Nielsen teknaði Ólavur á Váli á vári 1978. Ólavur var tá á tekniskúla á Glyptotekinum í Keypmannahavn. Um hetta mundið var Jóhan Nielsen fólkatingsmaður, og var hann kendur av nærum hvørjum mansbarni í Danmark. Hann er eisini kendur fyri at hava hjálpt mongum føroyingi, sum ikki fekk tær neyðugu sømdirnar í danska embætisveldinum. Jóhan Nielsen var ein dyggur stuðul, tá Kristnastova skuldi keypa nýggj hús við Birmavej á Amager. Tað gekk heldur striltið at fáa tey neyðugu loyvini til virksemi, men við góðari hjálp frá m.ø. Jóhan Nielsen gekk alt væl í lag. Í 1979 tá nýggja Kristnastova alment varð tikin í brúk, var Jóhan Nielsen við til hátíðarhaldið. Hann bar eisini fram eina heilsan til Kristnastovu. Á myndini sæst Jóhan Nielsen halda røðu í Kristnastovu.
Ólavur á Váli, sum andaðist 19. februar 2005, hevði sína dagligu gongd í Kristnastovu, meðan hann var í Keypmannahavn, har hann setti sín serliga dám á tiltøkini við síni vøkru og mergjaðu rødd. Á vári 1978 var ein stevna fyri útisetar í Høve í Norðursælandi. Nógvur sangur var á skránni sum altíð, tá Kristnastova skipar fyri, m.a. sang ein frálík kvartett við útisetum nakrar sangir. Á myndini eru tey frá vinstru: Ólavur á Váli, Gotfred Joensen, Charlotta á Váli og Jóhan Poulsen. Eisini síggjast á myndini: Øssur Berghamar og Jóannes á Váli, sum situr við urguna.
Á heimasíðuni hjá Kristnastovu skrivar Øssur Berghamar m.a. soleiðis um Ólav á Váli: "Eina tíð í sjeytiárunum var Ólavur niðri í Danmark, og tá nutu vit gott av rødd hansara í Kristnastovu. Hann vitjaði mangan í Keypmannahavn seinnu árini, og so skjótt heitt var á hann, so var hann klárur at syngja - til gleði fyri teir útisetar, hann var ímillum. .... Ólavur var ein sangevangelistur í okkara tíð, sum nýtti sínar náðigávur til fulnar. Vit harmast øll um at hann skuldi fara so tíðliga og brádliga. Men nú er hann í tí ljósa landi, sum hann sang so vakurt um. Og vit fara at minnast Ólav við stórum takksemi."
Nú Ólavur er farin, liggja nógvar ljóðupptøkur eftir hann, sum onkur vónandi fær savnað saman og givið út á fløgu. Tað hevði glett okkum føroyingar, og verið honum til æru, um fløgan kundi komið út í summar, tá Ólavur hevði farið um tey fimmti, var hann á lívi.