Ólavur á Váli hevur útgávukonsert

Í kvøld kl 19.30 hevur Ólavur á Váli Olsen útgávukonsert á Reinsarínum í Havn.

Tá fer Ólavur saman við bólki sínum at spæla allar sangirnar av nýggju útgávu sínari, sum kallast ”Her og nú”. 


Í bólkinum saman við Ólavi verða: Kim Hansen (klaver), Johan Ziskason (el-gittar), Erik Biskopstø (bass),  Tórður Dam Jacobsen (trummur) og Eyðun Jacobsen (kassagittar).

Útgávan, sum kallast ”Her og nú”, bjóðar eitt bland av føroyskum og enskum sangum, sum ymiskir sangskrivarar hava gjørt. Ólavur á Váli Olsen er fyrst og fremst sangari á útgávuni, men hann hevur eisini verið við til at skriva sangir – eitt nú sangin Dalar og fjøll, sum man verða hansara kendasti sangur higartil. 


- Hugskotið til hesa útgávuna kom í november mánaði í fjør, og síðani hevur tað gingið skjótt. Vit vóru fimm dagar í studio í USA, og nú kemur fløgan út, sigur Ólavur á Váli Olsen. 

- Nógv fólk hava uppmuntrað meg til at fara í studio. Fólk, sum hava hoyrt meg spæla umborð á Norrønu, hava spurt meg, um eg havi givið nakra fløgu út, so nú skuldi tað verða, sigur hann.

Ólavur á Váli Olsen hevur fingið góða hjálp til arbeiðið við útgávuni frá foreldrunum og Eyðuni Jacobsen, sum fekk í lag ferðina til Arden í North Carolina, har teir gjørdu innspælingarnar í Crossroads Studio.