Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:
Í allan vetur hava okkara kvinnur havt innandura venjing, og síðani 2. januar hava tær koyrt á uttandura. Í vikuni verður lagt aftrat við morgunvenjing, men tað verður uttan Leu Lisberg, sum var ein av profilunum á okkara Betri liðið í fjør.
Tíverri hevur Lea verið so óheppin í vetur, at hon hevur slitið krossbandið. Hon er nú skurðviðgjørd, og fyri framman liggur eitt árs uppvenjing.
-Skurðviðgerðin gekk væl. Meniskurin var tíbetur ikki farin, men tað styttir ikki um uppvenjingartíðina, sum væntandi er eitt ár. Eg ætli mær at vera 100% klár til kappingarbyrjan 2026, so nú er ikki annað at gera enn at arbeiða hart og vera tolin, sigur Lea Lisberg
Góðan og skjótan bata Lea! Vit gleða okkum at síggja teg aftur á vøllinum, skrivar Víkingur í kvøld.