Leeds hevur sparkað seks venjarar í tvey ár

Hesaferð helt venjarin hjá Leeds United í sjey mánaðir

Í dag komu boðini, at venjarin hjá Championship-liðnum, Leeds United, Steve Evans hevur fingið sparkið. Steve Evans hevði starvið, sum høvuðsvenjari hjá Leeds United í bert sjey mánaðir.

 

Italiumaðurin Masimo Cellino (myndin), sum eigur Leeds United var alt annað enn nøgdur við eitt 13. pláss í næstbestu fótbóltsdeildini í Onglandi. Týskarin Uwe Røsler, sum hevði starvið áðrenn Steve Evans helt bara í fýra mánaðir, og so fekk hann sparkið frá Masimo Cellino, sum er ein umstríddur harri. 

 

Síðani Masimo Cellino tók yvir ognarskapin í Leeds United í 2014 hevur hann uppá bert tvey ár skift venjarar, sum onnur skifta hosur. Hesi tvey árini hevur Leeds United havt heili seks venjarar. 

 

Fyrsti venjarin, sum fekk sparkið frá Masimo Cellino var Brian McDermott. Dave Hockaday tók yvir, men hann hevði bara starvið í tveir mánaðir. Eftir hetta tók Neil Redfearn yvir til slovakin, Darko Milanic gjørdist høvuðsvenjari hjá Leeds United, men Darko Milanic helt lítið meir enn ein mánað í venjarasessinum, og so var hann eisini rokin, sum venjari.

 

Í Leeds United hava tey sæð betri tíðir. Við Don Revie, sum høvuðsvenjara eydnaðist tað Leeds United at vinna enska meistaraheitið í 1969 og í 1974, umframt FA Cup steypakappingina í 1972. Við Howard Wilkinson, sum høvuðsvenjara vann Leeds United tað seinasta meistaraheitið í gomlu 1. deild í Onglandi, áðrenn deildin skifti navn til Premier League. Hetta var í 1992. Síðani 1992 hevur Leeds United verið heilt niðri í triðbestu fótbóltsdeildini og vent.