Norska kringvarpið - NRK - skrivar um ein mann, sum var so óheppin, at eldur kom í bátin hjá honum, meðan hann var á floti. Men, maðurin, sum er royndur og lærdur í at loysa kreppur, sigldi til lands og legði bátin til bryggju.
Eldur var komin í tann eina motorin, og tað eydnaðist manninum at sigla til lands við motorinum, sum eftir var. - Báturin var fullur av royki, og eg sá einki, tá eg skuldi leggja til bryggju, sigur Børe Norland við NRK.
Hann var farin ein lítlan túr á flot, tá eldur kom í annan motorin á bátinum. Men, Børe Norland var róligur og gjørdi tað, sum skilabest var - í tí støðu, hann var í. Hann læt ongantíð motorlúkuna upp, tí hann helt, at tað hevði fingið enn meira lív í eldin.
Børe Norland sigur við NRK, at hann setti seg upp á stýrhúsið á bátinum og ringdi eftir hjálp. Eftir bert níggju minuttum var sløkkilið á staðnum, og tað eydnaðist báti við vatnkanónum at sløkkja eldin, sum var omandeks.
Løtu seinnu kom eisini sløkkiliðið á landi við roykkavarum, sum fóru niður í motorrúmið og sløktu tað, sum eftir var av eldinum. Meðan alt hetta hendi, stóð bátaeigarin sjálvur, Børe Norland, uppi á bryggjuni við fartelefonini og filmaði hendingina.
Á leinkjuni her niðanfyri sæst, tá Børe Norland kemur siglandi til lands og leggur til bryggju í logandi bátinum. Her sæst eisini brot úr práti við mannin, sum tók málið í egnar hendur og loysti tað soleiðis, sum hann sjálvur helt vera skilabest.
Sí leinkju - https://www.nrk.no/vestland/la-til-kai-med-brennande-bat_-_-ein-darleg-dag-pa-sjoen-1.15350662
##med2##