Legalisera heimabryggj: Ja takk!

Hergeir Staksberg
--------

Føroyingar hava ikki ráð til eina kenning meir, tí prísurin á rúsdrekka samsvarar ikki við pengarnar, sum fólk tjena.
Høgu rúsdrekkaprísirnir eru eitt rúsdrekkabann, sum rakar tey lágløntu.

Hvat er problemið?
Jamen er tað ikki gott, at fólk drekka minni? Hetta er ikki ein ja/nei spurningur. Hetta er eitt nógv størri mál enn so, tí hetta snýr seg um tað persónliga frælsið.
Um vit skulu »banna« rúsdrekka, eiga vit so ikki eisini at banna Burger King? Tað er vísindaliga prógvað, at grillmatur er eitt tað ósunnasta, vit kunnu eta. Maturin ger, at vit fáa hjartasjúkur, vit verða ov feit, vit útvikla sukursjúku osfr..
Bilasølur! Skulu tær ikki bannast? Hvussu nógv fólk hava Føroyar ikki mist í ferðsluni? Og hvussu nógv fleiri eru ikki komin álvarsliga til skaða í ferðsluni? Og so dálka bilar eisini okkara vøkru og reinu náttúru.
... um grundgevingin fyri høga prísinum er fólkaheilsan, so eigur argumentið eisini at vera galdandi fyri dømini omanfyri.
Stutta av tí langa: Tað má vera upp til hvønn einstaka at gera av, hvat viðkomandi ger við sítt egna lív, so leingi mann ikki ger skaða á onnur fólk. Við at seta prísin so høgt upp, so taka politikarar hetta frælsið frá okkum. Teirra greiða signal er: Vit vita betri enn tú, hvat er gott fyri teg.

Hvønn hevði tú valt?
Eitt dømi, sum eigur at seta nakrar tankar ígongd. Lat okkum siga, at vit skulu velja nýggjan løgmann. Hvønn av hesum hevði tú valt:
1) Hesin samstarvar við korruptar politikarar. Hann hevði tvær elskarindur. Hann er keturoykjari og drekkur 8 – 10 gløs av Martini um dagin.
2) Hesin varð uppsagdur tvær ferðir, svav til klokkan 12, tók opium, tá hann gekk í skúla og drakk eina kvarta fløsku av whiskey hvørt kvøld.
3) Hesin hevur fingið heiðursmedalju í herinum. Hann er vegetar, roykir ikki, drekkur eina hendinga øl og hevur ongantíð verið konuni ótrúgvur.
Hvønn av hesum trimum hevði tú valt til løgmann?
Nummar 1 er Franklin Roosevelt, nummar 2 er Winston Churchill og nummar 3 er Adolf Hitler.

Avleiðingarnar av núverandi politikki
Avleiðingarnar verða fyrst og fremst, at tað kemur minni í landskassan, tí rúsan ikki fær nokk í kassan. Hetta tulka fleiri sum eitt positivt tekn, tí at so drekka fólk minni, men eg síggi hetta sum, at landið skerjir persónliga frælsið hjá tí einstaka.
Vit hoyra dag og dagliga, at politikarar vilja hava føroyingar at verða verandi í Føroyum, men hvat gera vit fyri at náa málinum? Jú, vit Innføra flatskatt, sum verður fíggjaður yvir pensjónirnar, SEV hækkar prísirnar, heilsutrygd hækkar, ALS gjaldið hækkar, etisk mál verða parkeraði og høgu prísirnir á rúsdrekka eru enn ein orsøk til at halda seg vekk frá Føroyum.
Ein onnur fylgja av høga prísinum, sum vit kunnu vænta, er, at fólk fara at finna aðrar bíligari hættir at rúsa seg. Mann sær t.d. longu nú týðiligar tendensir til, at fólk dyrka sínar egnu potplantur, tí tað loysir seg betri.

Legalisera heimabryggj
Heldur enn at branda Føroyar sum eitt stokk konservativt samfelag, har sensurur og religión seta dagsskránna, so eiga vit at arbeiða fyri einum liberalum samfelag, har individið og tað persónliga frælsið verður sett í fokus.
Heldur enn at bíða til rúsdrekkasølan fer at lækka prísin, so eiga vit at gera tað lógligt at gera heimabryggj ( Ikki heimabrent).
Her hevði verið upplagt, at vit gjørdu nakrar handlar, sum seldu materialið til heimabryggj, høvdu fakliga vitan innan økið og kundu vegleiða fólkið.
Hvussu hevði tað verið, um okkara politiska skipan fyri einaferð skyld vísa borgaranum álit heldur enn misálit?
Gev okkum minni Kim Jong Il og meir Churchill.