Enska fótbóltslegendan Gordon Banks er deyður 81 ára gamal skrivar BBC.
Banks var málmaður á enska landsliðnum,s um vann HM á heimavølli í 1966, sum enn er einasta heimsmeistaraheitið á landsliðisstøði.
– Tað er við sorg, at vit boða frá, at Gordon er farin, upplýsir famlija hansara.
Gordon Banks spældi tilsamans 73 landsdystir, áðrenn hann gavst við fótbólti á hægsta stigi í 1973.
Trý ár fyri tað gjørdist hann enn kendari, tá hann bjargaði einum skallara frá Pelé í HM-dystinum millum Ongland og Brasilia.
Bjarginin er lýst sum tann besta nakrantíð.
Gordon Banks byrjaði professionellu yrkisleiðina í aChesterfield, áðrenn hann í 1959 skifti til Leicester.
Her gjørdi hann vart við seg sum málmann á besta stigi, og tað var sum Leicester-málmaður, at hann í 1963 fekk sín fyrsta landsdyst.
Fýra ár seinni skrivaði hann sáttmála við Stoke, sum hann umboðaði næstu seks kappingarárini.
Hann var við at vinna Liga Cup tævr ferðir. Við Leicester í 1964 og við Stoke átta ár seinni.
Hann misti sjónina í øðrum eyganum í eini ferðsluvanlukku í 1972, sum gjørdi, at hann mátti gevast við professionellu yrkisleiðini ta summarið.
Fýra ár seinni gjørdi hann eitt stutt comeback fyri Fort Lauderdale Strikers í amerikonsku kappingini, áðrenn hann legði handskarnar frá sær fyri seinastu ferð.
Tá virkna yrkisleiðin var farin afturum, royndi Banks seg sum managari í hálvprofessiónella felagnum Telford United, men varð koyrdur í desember í 1980.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja gitnu bjargingina.
/ritzau/