Í hesum døgum er sannur fótbóltsfepur í Klaksvík, og klaksvíkingar eru sera spentir um mansliðið, sum í ár hevur staðið seg sera væl. Í Gøtu er eisini stórur áhugi fyri samanlagda fótbóltsliðnum Víkingi, sum hevur fleiri steypasigrar seinastu árini.
Men felags fyri bæði KÍ og Víking er, at liðini hava einki FM-heiti vunnið síðani 1999. Tá í tíðini spældu spælararnir í svørtum gaggum, og bygdamenn megnaðu at vinna eitt FM-heiti fyri og annað eftir fyri nøsini á havnamonnum.
Í 1990'unum myndaðu spælarar sum Kurt Mørkøre, Jákup Mikkelsen, Allan Mørkøre, Jan Andreasen, Allan Joensen, Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Olgar Danielsen, Todi Jónsson, Arnold Joensen, Eyðun Klakstein, Sámal Eyðfinn Poulsen og aðrir KÍ-liðið.
KÍ kappaðist nógv av árunum við GÍ, har spælarar sum Jens Martin Knudsen, Magni Jarnskor, John Petersen, Símun Petur Justinussen, Rúni Justinussen, Pauli Jarnskor og Sámal Joensen vóru profilar.
Leygarkvøldið kl. 18.00 fara KÍ og GÍ legendur at dystast ímóti hvørjum øðrum, og tá fara nógvir av spælarunum, sum umboðaðu feløgini í 1990’unum og vunnið gull og heiður til síni feløg, aftur á vøllin. Ferðin verður neyvan tann sama sum í 90’unum, men undirhaldið verður ivaleyst gott.