Danska heilsumálaráðið hevur tíðindafund kl. 17 í dag, har ætlanirnar eru at leggja fram ætlanirnar fyri koppsetingarátakinum móti koronuvirus.
Tað boðar danska heilsumálaráðið sambært DR frá í dag.
Á tíðindafundinum verða Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, Søren Brostrøm, stjóri í heilsustýrinum, Thomas Senderovitz, stjóri í heilivágsstýrinum og Tyra Grove Krause, deildarleiðari á Statens Serum Institutt.
Heilsumálaráðharrin hevur frammundan gjørt greitt, at koppsetingin av danska fólkinum fer ivaleyst at ganga fyri seg nøkunlunda sama hátt sum við koronukanningum - í hvítum tjøldum kring landið.
Heilsumálaráðharrin væntar eisini, at koppsetingin fer at koma so við og við - millum 50.000 og 100.000 koppsetingar í fyrsta umfari, og síðani fleiri seinni.