Nú fer Føroya Symfoniorkestur undir virksemið í heyst, og lagt verður fyri við við eini konsert nú sunnudagin í Norðurlandahúsinum.
Har eru tvey symfonisk stórverk á skránni nevniliga symfoni nr. 5 í E moll eftir russiska Tchaikovsky og klaverkonsertin eftir norska Grieg.
Solistur er íslendski klaverleikarin Víkingur Ólafsson. Hann hevur nomið sær prógv av viðurkenda Juilliard School of Music í New York, og seinastu árini hevur hansara solist yrkisleið av álvara fingið vind í seglini.
Hann verður mettur at vera ein úrmælingur á klaverinum og nú hevur hann fingið sáttmála við kenda útgávufelagið, Deutsche Grammofon, og útgávan við klavertónleiki eftir amerikanska tónaskaldið, Philip Glass, hevur fingið sera góð ummæli í altjóða fjølmiðlum.
Fløguútgávan við klaververkum eftir J.S. Bach, sum júst er givin út, hevur fingið sera góð altjóða skotsmál. The Grammophone sigur, at fløgan er framúrskarandi og hugtakandi og The New York Times kallar Víking fyri tann íslendska Glen Gould.
Íslendski klaverúrmælingurin hevur annars úr at gera, og fyrr í september spældi hann saman við Göteborgs Symfoniorkester á teirra fyrstu heystkonsert eftir summarsteðgin, og beint áðrenn hann kemur til Føroya, skal hann hava eina solo konsert við tónleiki eftir J.S. Bach, sum verður send beinleiðis á The BBC.
– Tískiler tað sera forkunnugt, at Víkingur nú kemur til Føroyar at framføra stórfingnu klaverkonsertina eftir Grieg saman við Føroya Symfoniorkestri, siga tey í Symfoniorkestrinum.
Symfoni nr. 5 í E moll eftir Tchaikovsky er ein av teim stóru romantisku symfoniunum. Teir fýra satsirnir hava eitt felags tema, sum gongur aftur í øllum satsunum, og kendasti satsurin er annar satsur; andante cantabile, sum byrjar við eini sera vakrari hornsolo og hevur eitt yndisligt lag sum verður sitandi í minninum leingi eftir at konsertin er av.