Evropasamveldið hevur samtykt fleiri revsitiltøk ímóti fleiri einstaklingum og tveimum fyritøkum í Sýrialandi. Millum einstaklingarnar eru kona Bashar al-Assad, forseta, mamma hansara, systur hansara og onkur annar í familju hansara.
Avgerðin hjá ES ber í sær, at hald verður lagt á allar ognir, sum tey eiga í onkrum av londunum í samveldinum. Harafturat fáa tey forboð fyri at koma til nakað ES-land.
Kona forsetans, Asma al-Assad, sleppur tó at ferðast til Bretlands, um hon hevur hug. Orsøkin er, at hon er bretskur ríkisborgari, og ES kann ikki nokta henni at fara til Bretlands.
Umframt tiltøkini ímóti familju forsetans hevur ES lagt hald á tað, sum tvær sýriskar fyritøkur eiga í samveldinum.