Í gjárkvøldið vann HB finaluna um løgmanssteypið. Sigurin tryggjar HB luttøku í Europa næsta summar. Umframt steypavinnaran sleppa trý onnur feløg upp í part í Europa – meistarin, silvurvinnarin og bronsuvinnarin.
Eftir dystarlok í gjárkvøldið segði HB venjarin Heimir Guðjónsson, at hann og HB nú hava fokus á at endurvinna FM heitið. Um tað eydnast HB at vinna FM ella annað av hinum heiðursmerkjunum, so sleppur liðið, sum endar á fjórða plássi, eisini at spæla í Europa.
Í dag heldur kappingin um FM fram. Tríggir dystir eru á skrá, meðan tveir teir síðstu – teir sum liðini í steypafinaluni eru partar av – vera mikukvøldið.
Fyrsta bríksl verður í Trongisvági klokkan 14.30, og síðsta bríksl verður á Argjum klokkan nakrar minuttir í 19 í kvøld.
Ídag
TB – NSÍ: Eiler Rasmussen 14.30
B36 – ÍF: Aron Sofus Vest kl. 15.00
AB – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00
Mikudagin
EB/Streymur – HB: Petur Reinert kl. 19.00
Skála – Víkingur: Alex Troleis kl. 19.00
B36 | 22 | 17 | 2 | 3 | 39 | 16 | 53 |
KÍ | 22 | 16 | 3 | 3 | 48 | 23 | 51 |
NSÍ | 22 | 15 | 3 | 3 | 54 | 24 | 48 |
HB | 22 | 13 | 5 | 4 | 55 | 22 | 44 |
Víkingur | 22 | 13 | 3 | 6 | 45 | 31 | 42 |
Skála | 22 | 8 | 1 | 13 | 23 | 29 | 25 |
TB | 22 | 5 | 4 | 13 | 17 | 41 | 19 |
AB | 22 | 4 | 3 | 15 | 23 | 55 | 15 |
EB/Streymur | 22 | 3 | 3 | 16 | 21 | 51 | 12 |
ÍF | 22 | 1 | 3 | 18 | 19 | 59 | 6 |