Leggja valskráir fram í dag

Nú nærkast av álvara evsta mark at lata inn valevnislistarnar

Í gjár vóru tað Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum løgdu fram sínar valskráir og endaligu valevnislistarnar. Í dag eru tað Tjóðveldi og Framsókn.

Tjóðveldi hevur boðið fjølmiðlunum til framløgu í Smæruni klokkan 10 í morgin, har Høgni Hoydal, floksformaður, fer at leggja fram valskrá Tjóðveldis til løgtingsvalið. 

Framsókn hevur boðið til framløgu í Kaffihúsinum í Vágsbotni klokkan 14. Framsókn hevur 17 valevni, sum stilla upp til løgtingsvalið