Leguhúsið Lívd selt

Kirkjuliga Missiónsfelagið ætlar at útvega eini nýggj hús í útjaðaranum til leguvirksemi

 

LEGUHÚS

Seinastu 20 árini hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið átt og rikið leguhúsið Lívd í Haldórsvík. Húsini hava verið brúkt til summarlegur, bíbliuskeið og onnur tiltøk. Umstøðurnar hava verið góðar, men av tí at húsini eru vorðin gomul og tí tørva ábøtur, hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið gjørt av at selja húsini til Haldórsvíkar kommunu. Hetta stendur at lesa í blaðnum hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum.

Enn hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið ikki útvegað nýggj leguhús. Tað er annars ætlanin, og felagið miðjar eftir at ogna sær eini hús ella at byggja eini stór sethús við hampiliga stórum øki rundan um í einari bygd í útjaðaranum.