Leiðarastevna fyri leiðarar í dagstovnum

TÍÐINDASKRIV

4. og 5. november 2002 hittast leiðarar í dagstovnum í Føroyum til stevnu á Hotel Føroyum, har vit viðgera ymisk evnir, sum hava við leiðslu at gera.
Ein av hesum spurningum er: Hvussu fáa vit nøkta tørvin á pedagogum? Soleiðis sum gongdin er í dag, er ikki nóg mikið við einum flokki av pedagogum frá Føroya Læraraskúla um árið.
Ynskja tit at vita meira ella at taka henda spurning upp í sending tykkara, eru tit vælkomin at venda tykkum til undirritaðu á tlf. 225222.