Aksel V. Johannesen vil ikki verða tikin við buksunum niðri einaferð afturat. Tí hevur hann kravt at, verða sparingar settar í verk á Landssjúkrahúsinum einaferð afturat, skal hann kunnast um tað frammanundan. Tað er eitt krav, hann hevur sett leiðsluni á Landssjúkrahúsinum eftir alt rumblið í stóðst av, at laboratoriið í Runavík varð stongt hendan seinasta ársfjórðingin í ár.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur kortini givið kontraboð og sostatt letur laboratoriið upp aftur næsta týsdag, samstundis sum hann hevur staðfest, at hann visti onki um, at laboratoriið varð stongt.
Politikarar úr fleiri flokkum eru sannførdir um, at tá ið leiðslan á Landssjúkrahúsinum steingir laboratoriið í Runavík, er tað rein og skær provokatión ímóti politiska myndugleikanum, tí talan er einans um eina sparing upp á 40.000 krónur.
Aksel V. Johannesen dugir ikki at siga um talan er um eina provokatión.
Men í øllum førum heldur hann, at taktiskt er tað óklókt at taka eitt stig sum hetta, uttan at kunna politiska myndugleikan um tað, tí tað kann elva til nógva øsing.
- Tí havi eg eisini givið leiðsluna á landssjúkrahúsinum greið boð um, at framyvir skulu ongi sparitiltøk setast í verk á Landssjúkrahúsinum, har funktiónir verða niðurlagdar, deildir stongdar o.s.fr. setast í verk uttan at eg verið kunnaður um tað fyrst, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur, at hann vil í øllum førum verða kunnaður um tað frammanundan so at hann ikki verður tikin á bóli einaferð afturat sum í málinu um laboratoriið í Runavík, men kann verða fyrireikaður upp á tær atfinningar sum koma.